KEYPSTREYTIR

Útbering
Tógvhúsið sendir vøruna við Posta hvønn gerandisdag.

Kostnaðurin er 49 kr.  Av og á lýsa vit við ókeypis útkoyring, um tú keypir fyri meira enn eina ávísa upphædd. 

Vøra kann eisini heintast í Tógvhúsinum og er hetta uttan kostnað.

Vit senda til útlond. Kostnaðurin er galdandi fraktprísur hjá Posta.

Váttan fyri móttøku
Tá ið bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini. 

Talgildar vørur
Við keyp av talgildari vøru/uppskriftum, góðtekur tú, at tín 14 daga iðranarrættur dettur burtur.

Gávukort
Tá ið tú keypir eitt gávukort á netinum velur tú upphædd og upplýsir okkum eina teldupostadressu har vit skulu senda gávukortið. Gávukortið er galdandi í 3 ár og kann eisini brúkast í Tógvhúsinum, Sverrisgøtu 19.

Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 14 dagar, um hon er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt.  Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á.

Fyri at kunna lata vøruna innaftur, má vøran vera óuppbrotin og í sama standi, sum tá tú fekst hana. 

Vøran má eisini vera í uppruna innpakningi, har hetta er galdandi. Fyri at lata vøruna innaftur krevja vit eina kvittan ella prógv fyri keypið. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur.  Er ongin kvittan, verður ein tilgóðarseðil latin. Tú kanst eisini býta um til aðra vøru.

Send vøruna til Tógvhúsið, Sverrisgøta 19, 100 Tórshavn.  Tú eigur útreiðslurnar fyri at senda vøruna aftur.

Vøruupplýsningar
Á nethandli okkara upplýsa vit við hvørjar eginleikar vøran hevur.   Fyri aðrar upplýsningar ella spurningar kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á nethandil@togv.fo. 

Tað er ikki altíð, at litirnir sæddir á skermi eru teir somu somu sum á prenti. Høvuðsorsøkin er vanliga, at skermurin kann hava ymiska ljósstyrki.

Mist bindingarmynstur
Burturmist bindingarmynstur verður ikki endurlatin. Eru trupulleikar við bindingarmynstur so set teg  í sambandi við: nethandil@togv.fo

Feilur í bindingarmynstrinum
Um feilur er í bindingarmynstrinum, so sum viðv. nøgd av tógvi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tógvhúsið.  Endurgjald verður tó ikki latið, men vit hjálpa fegin.

Er vøran ikki í rætta standi
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum vøruna aftur.  Umframt hetta heita vit á teg um at ringja ella senda okkum ein teldupost.  Tú ert eisin vælkomin í handil okkara í Sverrisgøtu 19.

Prísir
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.

Gjalding
Tann samlaði prísurin kemur fram á síðuni, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni og tú rindar við gjaldskorti ella gávukorti.


Trúnaður
Upplýsingarnir; navn, bústaður og t-postur, ið tú sendir okkum, verða goymdar í trúnaði.  

Vit nýta teir bert til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.

Treytir dagførdar 21.12.2021