UM OKKUM

”Mamma, tað skal eita Tógvhúsið”. Orðini koma frá einum lítlum dreingi, ið eitur Hávar. Yvir av honum situr mamma hansara, Jansy Simonsen. Hon verður málleys, tá ið sonurin sigur hesi orð. Tí í seinastuni hevur hon roynt at taka støðu til, hvussu hugnaligi, lítli tógvhandil hennara skal eita. Uttan at vænta svar, spyr hon sonin, hvussu handilin hjá mammuni skal eita. Uttan at ivast gevur hann henni navnið og er tí eisini við til at geva handlinum samleika. 

Í 2012 keypti Jansy tann tá gott 60 ára gamla handilin tógvhandilin. Fyrstu tíðina varðveitti Jansy navnið; men so gjørdi hon av at broyta tað, eisini fyri at handilin skuldi gerast meira sín egin. Við træðrum aftur til gamla handilin við tess hita og siðbundnu virðum, øðrum beini í nútíð og hinum í framtíð, er Tógvhúsið vorðið ein nútímans handil, ið hevur fingurin á pulsinum við tí, ið hendir í mótanum úti í heimi. Men samstundis kann man keypa tilfar til føroyska búnan eins og tú eisini kanst keypa uppskrift til eina lekkra mohair troyggju.  Júst hetta ger handilin øðrvísi og meira spennandi enn nakar annar tógvhandil. 

Í hjartanum í Havn, í Sverrisgøtu 19, ið er ein hugfarslig lítil gøta mitt í býnum, stendur hesin hugnaligi tógvhandilin. Jansy hevur megnað at gjørt heimliga handilin til sítt egna skattkamar og keldu til íblástur. Við sínum skapandi gávum ger hon uppskriftir, sum hon sjálv bindur og snikkar til, so tær hóska nútíðar mótaráki. Hon ger uppskriftir til bæði børn og vaksin. Tað sermerkta við uppskriftunum er einfalda sniðið við vøkrum smálutum, ið bæði ungum sum eldri kvinnum dámar. Eisini ber til at finna uppskriftir til nýbyrjarar eins og til royndar bindikonur. 

Umframt egnar uppskriftir selur Tógvhúsið eisini aðrar uppskriftir, tógv, stokkar og tilfar frá ymsum veitarum. Tógvhúsið selur nógv ymisk sløg av tógvi. Alt frá føroyskari ull, til mohair og tógv úr bumull. 

Tógvhúsið leggur stóran dent á góðskuvørur, góða vegleiðing og at hjálpa kundum so væl sum møguligt. 


SEND OKKUM EINI BOÐ